







Tað var Havnar Framburðsfelag, sum skipaði fyri. Fundurin varð hildin á Hotel Hafnia.
Evnið á fundinum var spurningurin, hvat vit sum samfelag kunna gera til tess at lætta um hjá privata húsarhaldinum og vinnuni, nú kríggj og inflasjón økja kostnaðarstøðið í Føroyum.
Christian Andreasen, formaður í Fólkaflokkinum helt eina framløgu um fíggjarligu gongdina í føroyska samfelagnum seinastu árini og hvørji útlitini eru fyri framtíðina.
Hann nevndi eisini hvørjar møguleikar vit hava at seta í verk, møguligar hjálparpakkar til tey, sum nú eru hart rakt av ógvusligu príshækkingunum.
Evy Jacobsen, stjóri í Betri Holding, hevði eina framløgu um fíggjarligu gongdina í samtakinum. Hon tosaði eisini um rentustøðið, og hvønn týdning hækkandi rentan hevur fyri tey, sum hava húsalán.
Heri á Rógvu, búskaparfrøðingur, hevði eina framløgu um, hvussu aktuella støðan ávirkar fólk. Hann nevndi, at inflasjónin serliga rakar tey ungu, sum júst hava sett búgv, sera hart.
Síðani var pallborðsorðaskifti. Í panelinum sótu Sólvit Nolsøe, landsstýrismaður, Niels Mortensen, stóri í SMS, Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur og Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtak.
Orðstýrari var Jón Brian Hvidtfeldt.
Fundurin var serstakliga áhugaverdur. Kjakið var lívligt og fólk fingu sera nógv at vita um aktuellu støðuna og hvørjum politiska skipanin arbeiðir við í løtuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo