Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Í 2020 varð væl minni avreitt av toski fiskaður í føroyskum øki í mun til 2019. Nøgdin fall úr góðum 20 túsund tonsum í 2019 niður í góð 9 túsund tons í fjør, sum er meira enn ein helvtar minking – 53,5%.

Nøgdin av hýsu lækkaði ein lítlan fjórðing, meðan eitt vet meira av upsa varð avreiddur í fjør í mun til 2019.

Av øðrum botnfiski, sum meira varð avreitt av í fjør, kunnu nevnast eitt nú longa og brosma við ávikavist 21% og 36% meira enn í 2019.

Avreiðingarvirðið tilsamans minkaði 228 milliónir svarandi til ein fjórðing. Fyri tosk minkaði virðið yvir helvtina, sum var omanfyri 200 milliónir kr. og fyri hýsu ein lítlan fjórðing í mun til í 2019.  

Avreiðingarnøgdin av uppsjóvarfiski veiddur á øllum økjum varð áleið tann sama í fjør sum í 2019. Eins og avreiðingarvirðið eisini varð tað sama.

Nøgdin av svartkjafti og makreli varð nakað hægri við ávikavist 2 og 11%. Tað fekst eitt sindur meira fyri svarkjaftin og eitt sindur minni fyri makrelin. Bæði nøgd og virði á sild minkaðu um 9%.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo