Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Føroyskur hópur av leikstjórum, framleiðarum og filmsfakfólkum hevur seinastu dagararnar verið á stóru filmstevnuni Berlinale 2023 í Berlin.  Seinastu dagararnr møtt keyparum, framleiðarum og filmsvinnufólki á marknaðarpartinum á Berlinaluni, sum er ein hin týdningarmesti, tá tað snýr seg um fígging, sølu, keyp og samstarv um filmsverkætlanir.

Í gjár var ein stór og áhugaverd grein SCREEN INTERNATIONAL um framtíðina hjá føroyskum filmi – bæði um føroyskar framleiðslur broytingarnar í lógina um afturbering (reimbursement), sum nýggja samgongan arbeiðir við. Greinin hevur vakt ans í vinnuni og tí hevur gravgangur verið á básinum í dag.

Í morgin er Nordic Monday á skrá. Føroyska filmshúsið er limur í Nordic Film Commissions og skipar fyri degnum saman við hinum Norðanlondunum.  Meira er at lesa um vitjanina í Berlin á facebook vanganum hjá Filmshúsinum ella í filmsbrotinum niðanfyri, sum Gudmund Helmsdal hevur sett saman frá fyrstu døgunum í Berlin. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo