Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

SEV: Fyrsta vikan við royndarkoyring av nýggja Minesto Dragon Class 4 orkuverkinum í Vestmannasundi er nú farin aftur um bak. Royndarkoyringin, sum eisini umfataði elframleiðslu og sannroynslu av kjarnufunktionalitetum var væleydnað.

Sjóvarfalsdrekin byrjaði beinanvegin at framleiða elorku inn á netið, og royndarkoyringin hevur gingið eftir ætlan.

- Tað er ein fragd at kunna boða frá, at fyrsta vikan við royndarkoyring av Dragon Class 4 hevur gingið væl. Allir staklutir hava virkað eftir ætlan, og elorka er framleidd inn á netið, sigur Martin Edlund, forstjóri í Minesto.

- Vit fóru undir elframleiðslu fyrsta dagin, so skjótt sum allar neyðugar forkanningar vóru gjørdar á fyrsta sjóvarfallinum. Dragon 4 roynist sera væl, og vit fara nú undir arbeiðið at fínjusterað stýriskipanina, so at sum mest av elframleiðslu fæst burturúr, sigur Bernt Erik Westre, tekniskur stjóri í Minesto.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo