40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

ADHD-felagið: ”Vælkomin til mítt lív” er heitið á nýggjari filmslýsing hjá ADHD-felagnum. Vit nærkast endanum á ADHD-tilvitanarmánaðinum, og gleðast vit um at kunna bjóða tykkum vælkomnum til lívið hjá einum við ADHD. Tá tú hevur ADHD er heilin í støðugari rørslu og megnar illa at tillaga uppmerksemið. Sansaskipanin sansar alt – uttan filtur.

Filmurin vísir eina gerandisstøðu gjøgnum eyguni og oyruni á einum persóni við ADHD.

Ímynda tær, at tú situr á kafé við einari vinkonu, men samstundis sum tú lurtar eftir vinkonuni, sansar tú, sansar tú hvønn andadrátt, hvørt einasta fólk uttanfyri vindeygað, samrøðuna hjá monnunum við grannaborðið, hvønn einasta kaffikopp, sum verður bryggjaður, ljóðið frá útvarpinum og óljóðini frá stólunum, ið verða fluttir á gólvinum. Tá tú hevur eina sansaskipan, ið hevur trupult við at skilja ímillum tað, sum hon sansar – ja, so arbeiðir tú yvir evni. ”Hví lurtar tú ikki?” er setningurin, sum nógv við ADHD mangan hoyra, og hesin filmurin svarar júst hesum. Heilanum við ADHD vantar eitt filtur, ið sílar óviðkomandi ljóð og inntrykk frá.

Anna Nolsøe Joensen, nevndarlimur í ADHD-felagnum, eigur hugskotið og manuskriptið til filmin. Vit í felagnum vóna, at filmurin gevur innlit í, hvussu tað er at hava ADHD – tí tað sum filmurin ber fram, er í størri ella minni mun galdandi á øllum pallum fyri tann, sum hevur ADHD. Eitt nú í fólkaskúlanum, á miðnámsskúlanum, fróðskaparsetrinum, arbeiðsmarknaðinum, til frítíðarítriv, viðtalur, fundir og í gerandisstøðum. Sum Anna Nolsøe Joensen sigur: ”Kunnleiki er lykilin til viðurkenning, og er hetta mín drívmegi. Eg vil gera mítt, so at framtíðar Føroyar viðurkennir teir heilar, ið ikki virka á sama hátt sum aðrir.”

Vit vilja hervið takka tykkum øllum, sum vóru við og stuðlaðu framleiðsluna av filminum. Serliga takka vit Kaffihúsinum, Jónu, Emil, Jóhannisi, Bjørk, Oddbjørg, Rannvá, Hjarnari, Hjalta og Aski.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo