Í juli komu og fóru heili 55.470 fólk umvegis Vága Floghavn. Samanborið við 2017, er talan um eina framgongd á 3.705 fólk, ið svarar til 7%.
Samlaða framgongdin higartil í ár er 13%.
Umframt framgongd í ferðafólkatalinum, er flogferðslan eisini merkt av vánaligum floglíkindum í juli.
- Tað hevur lagt trýst á flogvøllin, men við góðum starvsfólkum, er ferðslan frágingin uttan stórvegis hóvasták, sigur stjórin í Vága Floghavn, Gudny Langgaard.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo