Síðan 2010 hevur talið av ferðafólkum sum ferðast umvegis flogvøllin í Vágum sett met. Í 2010 nýttu umleið 200.000 ferðafólk Vága Floghavn.
Í 2015 ferðaðust heili 276.385 fólk umvegis Vága Floghavn. Hetta er ein vøkstur á meira enn 75.000 ferðafólk. Frá 2014 til 2015 var vøksturin heili 10,4% ella gott 25.000 ferðafólk.
Vøkstur á næstan øllum leiðum
Í 2014 ferðaðust á leið 250.000 ferðafólk umvegis flogvøllin í Vágum.
Atlantic Airways stendur fyri á leið 94% av samlaða ferðafólkatalinum á flogvøllinum í Vágum.
Vøksturin í ferðafólkatalinum kemur fyrst og fremst av rutuflúgvingini hjá Atlantic Airways. Nógv tann størsta leiðin er Keypmannahavn, og síðan koma Billund og Bergen. Ísland er fjórstørsta ferðamálið.
Leiðirnar til Aalborg, Edinburg og Mallorca síggja út til at hava verið góðar, ímeðan tað sær út til, at ferðafólkatalið til Barcelona er á leið tað sama í 2015, sum tað var í 2014.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo