Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Tølini hjá Vága Floghavn vísa at framgongdin fram til 1. oktober hevur verið 9,8 %.

Í september ferðaust 23,334 ferðafólk umvegis flogvøllin og er hetta ein framgongd á 9,6%.

- Ferðafólk hava tikið sera væl ímóti nýggju umstøðunum, sum hava staðið sína roynd í summar. Vegna Vága Floghavn fegnast vit eitt nú um jaliga tíðindastubban hjá Heilafelagnum, sum skrivaði, at tey vóru væl nøgd við umstøðurnar. Vit hava varnast, at umstøðurnar fyri øll ferðandi kunnu gerast enn betur og hesum fara vit at arbeiða meira við í komandi tíðum, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn.

Vága Floghavn hevur longu boðað frá, at arbeitt verður við einari ætlan sum skal bøta um parkeringsviðurskiftini á flogvøllinum. Eitt nú verður arbeitt við betri skelting og einari ætlan sum skal geva munandi fleiri parkeringspláss á flogvøllinum. Ætlanin er at víðka um parkeringsøki, so at flogvøllurin fer frá at hava eini 380 parkeringpláss til gott 900 parkeringspláss.

- Tað sær eisini út til at ferðafólkini hava tikið sera væl ímóti nýggja handlinum, Duty Free FAE. Tollfría sølan hevur nógv at siga, og er eitt munagott ískoyti til raksturin av flogvøllinum. Tað verður møguligt hjá Vága Floghavn at lækka tænastugjaldið frá 185,- fyri hvønn ferðandi til 165,-. Eisini hevur felagið latið Atlantic Airways stóran avsláttur upp á gjøld til tær nýggju leiðirnar Edinburg, Mallorka og Barcelona; umframt serligan eyka avsláttur upp á fleiri fráferðir til Bergen og Reykjavík í 2016, sigur stjórin.

Nevnd og leiðsla hjá Vága Floghavn hava sett sær fyri at reka flogvøllin so skynsamt sum yvirhøvur møguligt, og raksturin skal tryggja, at flogvøllurin eisini í komandi árum kann arbeiða við at bøta um umstøðurnar viðvíkjandi flogferðslu á flogvøllinum í Sørvági.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo