At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Fíggjarætlanin 2016 fyri Vága kommunu, var samtykt á býráðsfundi í gjárkvøldið.

Skattaprosentið var lækkað niður í 22,75%.

Vága kommuna hevur havt eitt skattaprosent uppá 23 síðan 2011, tá kommunan heldur óvæntað var noydd at taka Skúlan á Giljanesi niður, og byggja nýggjan skúla.

Nýggi skúlin kostaði meira enn eina álíkning. Hetta skuldi leggjast omaná vanliga raksturin av kommununi.

Nú er skuldin komin niður um eina álíkning, og eitt samt býráð metir, at sjálvt um neyðugt er at hava neyva fíggjarstýring, er umráðandi at veita nøktandi tænastu til borgaran. Tí ynskir býráðið at at veita borgarunum ein lætta. Býráðið ætlar í árunum, sum koma, framhaldandi at lækka kommunuskattin.

Barnafrádrátturin verður kr. 5.000,-.

Systkinafrádrátturin verður hækkaður soleiðis, at fult gjald bert verður goldið fyri yngsta barnið,  75% verður goldið fyri næstyngsta barnið, 50% fyri triðyngsta barnið, meðan einki verður goldið fyri hini systkinini.

Raksturin verður                          kr. 71.477.044
Íløgur skulu gerast fyri                  kr. 20.250.000
Inntøkurnar vera mettar til             kr. 82.331.655
Rakstur, løga, útlánsúrslit (RLÚ)    kr.  -9.395.389

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo