Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Earth Hour er eitt afturvendandi átak, sum verður hildið á hvørjum ári, har milliónir av fólkum, virkjum, kommunum og býum kring allan knøttin sløkkja ljósið í ein tíma, fyri at seta veðurlagið í brennidepilin.

World Wildlife Fund hevur boðið Vága kommunu at vera partur av veðurlagsátakinum “Earth Hour 2019".

Kommunan fer tí at sløkkja øll ljós og gøtuljós, sum ráðiligt er at sløkkja, leygardagin tann 30. mars 2019 millum kl. 2030 og 2130.

- Býráðið heitir eisini á borgarar okkara um at vísa virðing fyri klótuni og okkara eftirkomarum við eisini at vera við í átakinum og at sløkkja ljósið leygardagin tann 30. mars 2018 millum kl. 2030 og 2130, sigur Vága Kommuna á heimasíðuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo