Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Í Sørvágs skúla hósdagin tann 27 september kl. 19.00.

Pilotverkætlan “Vágar, eitt demensvinarligt samfelag”. Demenstoymið á Landssjúkrahúsinum og demenstoymið í Vágum greiða frá gongdini.

Maria Skaalum Petersen granskari, leggur kanningina ”títtleikin av demensi á eldrabýlum í Føroyum” fram.

Tiltakið er fyri fólk við demenssjúkum, avarðandi teirra, starvsfólk innan heilsuøkið, politikkarar, og onnur áhugað. Síðan verður orðið frítt, og høvi verður at seta spurningar og at koma við ynskjum, hugskotum og hjartasuffum.

Fyri at fáa eina hóming av, hvør tørvur er hjá fólki við demenssjúkum, avvarðandi teirra og av øðrum í hesum sambandi, vónar Alzheimerfelagið, ið er talurørið hjá hesum bólki, at nógv fólk taka av hesum tilboði.

Borðreitt verður við kaffi/te og køkum.

Verið vælkomin.

Nevndin 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo