Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vágatunnilin og Norðoyatunnilin høvdu tilsamans 4,4 mió kr í vinningi í fjør. Tað er eitt vet meira enn árið fyri, tá vinningurin tilsamans fyri báðar tunlarnar var 3,7 mió kr.

Tað vísa roknskapirnir, sum nýliga eru kunngjørdir. Har sæst eisini, at ímeðan sølan í Vágatunlinum var tann sama bæði árini, hon var 11,2 mió kr, so minkaði hon í Norðoyatunlinum. Sølan í Norðoyatunlinum var 15,3 mió kr í fjør, 861 tkr minni enn í 2022.

Roknskapirnir vísa eisini, at raksturin hongur væl og virðiliga saman, tí har er ongin skuld og feløgini eru væl kapitaliserað. Fíggjarstøðan hjá Norðoyatunlinum javnvigar við 283 mió kr og at kalla alt, ella 276 mió kr er eginogn. Hjá Vágatunlinum er javnin 206 mió kr og eginognin var við ársbyrjan 196 mió kr.

Báðir tunlarnir hava umsitingaravtalu við partafelagið Tunnil, og nýta somu høli, útgerð og starvsfólk. Hetta felagið umsitur eisini Eysturoyar- og Sandoyartunnilin.

Uni Danielsen er stjóri í Norðoya- og Vágatunlinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo