Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Vágs kirkja fær sunnudagin 4. septembur vitjan av nýggja prestinum í oynni Hanus Pál Jógvansson, sum fyribils er settur sóknarprestur komandi árið.

Og í hesum sambandið hevur kirkjuráðið saman við sunnudagsskúlanum í Meinigheitshúsinum skipað soleiðis fyri, at tað verður morgunmatur kl. 10.00 í Meinigheitshúsinum og síðani guðstænasta kl. 11.00 í kirkjuni, har Hanus Pál umframt stutta prædiku eisini hevur eitt orð til børnini, umframt at tveir sunnudagsskúlasangir verða sungnir. Av tí at samlast verður til morgunmat og guðstænastu, so er eingin sunnudagsskúli seinnapartin.

- Øll eru vælkomin til morgunmat og guðstænastu og skuldi nakar ivast, so er tað ókeypis, siga tey í Vági, Hans Pál Jógvansson letur eisini heilsa, at hann gleðir seg til at hitta vágbingar og vitjandi sunnumorgunin til morgunmatin í Meinigheitshúsinum og til guðstænastuna í Vágs kirkju.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo