Dirvi er tign undir trýsti
- Ernest Hemingway

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Kommunur

Vágs kommuna: Millum mongu frítíðar- og mentunartilboðini í Vágs kommunu, er Vágs Kvøldskúli, sum vetrarhálvuna hvørt ár bjóðar fram eina røð av tilboðum til fólk í nærumhvørvinum og í Suðuroynni sum heild.

Sølvi Andreasen hevur í nógv ár verið leiðari fyri Vágs Kvøldskúla og hevur staðið á odda í menningini av einum spennandi og sera týðandi frítíðar- og mentunartilboði í Vágs kommunu.

Sølvi greiður frá, at í vetur hava fleiri enn 100 fólk verið á nógvu ymisku skeiðunum hjá kvøldskúlanum, sum fevna um seyming/handarbeiði, veving, glaslist, smíð, tónleik, dugnaskapsroynd, koyrikort til prutl, ættargransking, føroyskt fyri útlendingar, skeið fyri orðblindum, ítróttartilboð fyri fólk, sum bera brek os.fr.

Kvøldskúlaárið endar, sum vant, við einari stórari framsýning í Vágs Skúla og verður sjálvsagt lýst, tá hetta verður á skrá, sigur Sølvi Andreasen, kvøldskúlaleiðari.

Á heimasíðuni hjá Vágs kommunu, www.vagur.fo eru fleiri myndir. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo