At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hósdagin tann 20. januar verður tíðindafundur á Hotel Hilton, har Vakstrarforum leggur fram sína frágreiðing um Kunningar- og samskiftistøkni (KST).

Løgmaður bjóðar vælkomin og síðani leggur Leif Abrahamsen, formaður í arbeiðsbólkinum, frágreiðingina fram.

Frágreiðingin byggir á arbeiði sum KST bólkurin hevur gjørt. KST bólkurin hevur verið mannaður við Leif Abrahamsen (formaður), Jan Ziskasen, Ulla Joensen, Jákup Lamhauge, Annika Mittún og Oyvindur av Skarði (skrivari).

KST bólkurin hevur havt sum arbeiðssetning, at: KST-bólkurin skal vísa á burðardyggar vakstrarmøguleikar í KST fyri føroyska samfelagið við serligum denti á møguleikar fyri útflutningi í stórum virði (skalerbart) av KST-loysnum og tænastum.

Bólkurin skal eisini vísa á, hvørjir karmar eru fyritreyt fyri, at KST kann gerast eitt munandi íkast til føroyska samfelagið.

Bólkurin skal gera tilmæli um, hvat kann gerast skjótt, og hvat kann gerast sum frá líður fyri at skapa virðisvøkstur í KST-vinnuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo