Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Frágreiðingin "Havið og framtíðin" við 42 ítøkiligum átøkum til burðardyggan virðisvøkstur úr havinum er í dag blivin almenn.

Tilmælini eru innan fýra høvuðsøki: yvirskipaðar karmar, aling, fiskiveiðu og matvørur. Málið er at í 2030 skal útflutningsvirðið á føroyskum sjófeingi vera 11 milliardir krónur. Hetta var 7,7 milliardir í 2020.

Bárður Nielsen, løgmaður, segði tá frágreiðingin varð løgd fram í dag, at skulu vit hava sama ella betri vælferðarstøði enn vit hava nú, so mugu vit hyggja at møguleikum fyri at økja um burðardyggan vøkstur.

- Vit eru noydd at seta okkum framsøkin mál. Tí hava vit sett okkum fyri, at virði á útflutninginum skal vaksa líka nógv frá 2020 til 2030, sum tað gjørdi frá 2010 til 2020, sigur Bárður Nielsen.

Tilsamans hevur Vakstrarforum eyðmerkt seks vakstarøki. Fyri øll hesi skulu arbeiðsbólkar gera tilmæli:

  1. Havið

  2. Kunningar- og samskiftistøkni

  3. Ferðavinna

  4. Maritimar veitaravinnur

  5. Útbúgving- og arbeiðsmarknaður

  6. Grøna skiftið

Tað mesta av hesum arbeiði er farið í gongd og verður liðugt í komandi ári.

Les frágreiðingina "Havið og framtíðin."

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo