Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Næmingarráðið á Sjónámi: Í samband við Løgtingsvalið 8 desember skipar næmingarráð Sjónáms fyri valfundi hósdagin 1. desember kl 13.00

Ljós verður varpað á tað maritima økið. Serliga verður dentur lagdur á fiskivinnuna, geopolitisku broytingarnar og tær avbjóðingar og møguleikar hetta førir við sær. 

Tvey valevni fyri hvønn flokk svara spurningum um eitt nú, heimaflotan, skattaskipanina, tilfeingisgjøld og mangt annað.

Valfundurin verður stroymdur, og leinkja verður send út til miðlarnar og løgd á Facebook og heimasíðuna hjá Sjónámi.

Øll eru annars hjartaliga vælkomin sum áhoyrarar á Sjónámi á Faktorsvegi 14 hósdagin 1. Desembur kl 13.00 har høvið verður at seta spurningar til valevnini. Fundurin væntast at vara í hálvanannan tíma ella har á leið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo