Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Kommunuval verður 10. november, og 31 fólk bjóða seg fram at stýra Vága kommunu næstu fýra árini. 

Av teimum 31 fólkunum sleppa 11 fólk inní Vága býráð.

Tað eru tríggir listar ið stilla upp til valið, teir eru: Borgaralistin, Hákun Fríði Debes, valevni á lista B og Framtíðarlistin. 

Umboð frá teimum trimum listunum hava tikið stig til, at skipað fyri pallborðsfundi í skúlanum á Giljanesi sunnukvøldið 8. nov. klokkan 19:30. Ingolf S. Olsen verður orðstýrari.

Hædd verður tikin fyri koronatilmælunum, og tí er luttøkan avmarkað til 100 fólk, og øll verða skrásett við dyrnar.

Ætlanin er at stroyma fundin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo