Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Báðir djúpvatnstrolararnir liggja við bryggju, og hóast fimm pør eru til fiskiskap, so er fiskiskapurin ikki nakað at reypa av. Tað sæst í metingini hjá Fiskamarknaði Føroya fyri vikuna.

- Tey fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Tey landa fyst í vikuni. Fiskaríið er vánaligt. Eitt par fiskar sild, verður sagt.

 Trolbátarnir fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Teir landa fyst í vikuni. Fiskaríið er vánaligt. Eitt par fiskar sild.

Hóast bæði streymur og veður er tilvildar, so verður ikki roknað við nógvum útróðri, tí at tað stundar til jóla.

Tvey minni línuskip eru til fiskarí. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. Bæði koma at landa í vikuni. Øll  frystilínuskipini eru til fiskarí.

- Eitt garnaskip fiskar svartkalva. Fiskaríð er vánaligt. Landar helst miðskeiðis í vikuni. Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt og landar tað miðskeiðis í vikuni, verður sagt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo