Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað var ein ófatulig katastrofa, at Aksel løgmaður lat tann rabiata loysingarmannin, Høgna Hoydal blíva Uttastovuministara. Har krevst avgjørt hógv og diplomati og ikki  republikansk trætan og trútting!

Tað kundi  bara bliva til ófrið, klandur og sabotagu.

Tað var jú akkurát sum at geva einum farligum pyromani tendripinnar at spæla við.

Tann fanatiski eks-kommunistiski NATO andstøðingurin hyklar nú salvilsisfult, at hann knappliga er blivin av allarmest "frelstu" NATO- monnum!

Høgni Hoydal var annars í 1990'unum ein  tann mest  ovurfanatiski  og vitleysi  NATO-hatarin norðanfyri Alpurnar, og  hann vildi hava  alt militer av landinum.

Men akkurát nú spælir hesin populisturin sær sum falskur, men "eldhugaður" NATO elskari.

Tað er ófatuligt, at ein slikur opportunistur kann sleppa  leysur i sjálvari Uttastovu.

Hann er jú djupt óálitandi og er langt síðani registreraður og stemplaður bæði hjá PET i Danmark og hjá Bidens-monnum í Pentagon sum kontroversiellur og dubiøsur politiskur provokatørur.

Hann verður aldrin internationalt  tikin í álvara.

Hansara  jammurliga fjaðursára CV er óbrúkiligt og alt for óseriøst á øllum bonaðum gólvum.

Tað er ti heilt absurd at lata hann sleppa at goyggja sina stupidu loysingarprædiku beint i eyguni á Lars Løkke og Troels Lund.

Teir eru væluppdrignir og fólkaligir, men teir mugu halda henda fyrrverandi stovukommunistin vera ein groteskan og  sera komiskan ministara-figur.

Tá ið ein annar tjóðveldistur í Gonguni dummaði seg við at bora seg niður í eitt fiktivt suðuroyarhol at goyggja, tók Aksel løgmaður resolutt og skilagott beinanvegin um endan og flongdi  tann Dennisinska undanstøkkingin og beitti hann aftur á sítt rætta pláss!

Men Aksel hevur enn meira grund til at fara eftir sínum steinøra ódiplomatiska uttan-ministara, sum hóreiggjar sær sum spillnakin brókaloysingur við heilt  "privatiseraðum republikanskum politikki".

Aksel átti ikki at latið ein ekskommunist og NATO-hatara sloppið at blamera Føroyar sum tjóðveldistiskt umboð.

Hvi kann ein uttastovuministari i einum Javnaðar-landsstyri sleppa at føra heilt privatan loysingarpolitikk við illa camoufleraðum danskara-hatri?

Er tað ikki beinleiðis mandatsvik?

Tann egocentriski atburðurin hjá Hoydali  er sera  pinligur fyri restina av Lands-Gonguni.

Internationalt verður Gongan harðliga belastað og rættiliga kompromitterað av, at hon hevur ein truttandi kommunist sitandi sum "diplomatiskt" umboð.

Tað er stór skomm fyri bæði Løgting og landið.

Hvi bleiv kværulanturin, Hoydalur ikki bara verandi toskaministari? 

Tordi hann ikki meira at dumma seg á ti pelagiska økinum ella keddi hann seg bara for illa, har hann ikki alsamt fekk lopið á Danmark og júkað barnsliga um loysing?

Virgar T Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo