"Drápsmenn!"
- Arturo Toscanini, við orkestrið

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Undir eini tímalangari samrøðu við The New York Times noktaði republikanska varaforseta valevnið, J. D. Vance, fimm ferðir at siga, um hann heldur, at fyrrverandi forsetin Donald Trump tapti valið í 2020, skrivar TV 2.

- Heldur tú, at hann tapti valið í 2020? spurdi journalisturin, Lulu Garcia-Navarro, undir samrøðuni.

- Eg haldi, ​​at Donald Trump og eg báðir hava sett fleiri spurningar við valið í 2020, men vit eru fokuseraðir upp á framtíðina, svaraði Vance, sum minnir ikki sørt um svar hansara undir varaforsetakjakinum.

Tá ið journalisturin at enda spurdi sama spurning fyri fimtu ferð, segði Vance, at Garcia-Navarro "endurtók eitt slagorð ístaðin fyri at hava áhuga í, hvat eg sigi."

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo