BirkBloggur: Mikudagin 7. juni fer granskarin Sanne Storm at leggja fram týdningarmestu úrslitini í landsfevnandi kanning av sálarligu heilsuni hjá føroyskum kvinnum, meðan tær eru við barn og eftir at tær hava átt. Framløgan, sum er almenn, er í Kongshøll klokkan 15.
- Altjóða gransking bendir greitt á, at tunglyndi og angist eru millum tær kendastu sálarligu avbjóðingarnar, tá kvinnur eru við barn og fyrsta árið eftir føðing, sigur Sanne Storm og leggur afturat, at hóast hetta, so eru hesi viðurskifti, ið natúrliga áttu at fingið fremstu raðfesting, lítið viðurkend og minni granskaði í føroysku heilsuskipanini.
- Gransking prógvar eisini, at verður ikki gáað um barnsburðartunglyndi, sum tískil heldur ikki verður viðgjørt, so fær støðan álvarsligar avleiðingar fyri mammuna og barnið, og sálarligu heilsuna hjá allari familjuni og húskinum. Og tá verða umstøðurnar at byggja fyrsta trygga knýtið millum mammuna og barnið so mikið meira avbjóðandi, sigur Sanne Storm í samrøðu við Birkblog um hennara drúgva kanningararbeiðið av barnsburðartunglyndi í Føroyum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo