Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Eg setti herfyri ein skrivligan fyrispurning til landsstýrisfólkini í heilsumálum og almennamálum um tørvin á rehabilitering í Føroyum, og eisini um møguligar ætlanir á økinum.

Eftir mínari meting framgongur m.a. av svarunum, at ongar stórvegis broytingar kunnu væntast í framtíðini, sum veruliga gera mun og kunnu flyta mørk - dugi ikki at síggja nakrar politiskar visjónir og størri mál fyri hetta økið.

Nei, til ein rehabiliteringsdepil fyri Føroyar
Bæði landsstýrisfólkini eru samd um eitt og tað er, at verandi sundurpettaða rehabiliteringsskipanin skal varðveitast.

Eftir báðum svarunum at døma og eftir teirra politiska sjónarmiði, skal ongin rehabiliteringsdepil setast á stovn fyri Føroyar, har bestu førleikar og ekspertisa verður savnað til gagns fyri brúkaran - hetta tí, landið er pinkalítið og tilfeingi avmarkað.

Hetta vísir greitt, at tað vanta politiskar visjónir fyri rehabiliteringsøkið í Føroyum, sum veruliga kunnu gagna brúkarunum.

Brúkarin skal ikki í fokus við dygdargóðum tilboðum, men lokalpolitikkur skal setast fremst.

Eg havi onki ímóti, at tað í serligum førum kunnu veitast ávís tilboð uttanfyri ein slíkan depil, men útgangsstøðið má vera éin depil, har allir førleikar, viðgerð, útgerð og góðar kreftir verða savnaðar.

Ongin fullfíggjað tørvsuppgerð
Tað er faktiskt skelkandi, at hvørki á heilsuøkinum ella almannaøkinum finnast fullfíggjaðar uppgerðir og rapporteringar um tørvin á rehabilitering (endurmenning og endurvenjing - langtíðar- og akuttviðgerð o.a.), og tí heldur ikki býtt á málbólkar.

Henda vantandi tørvsskrásetingin merkir í veruleikanum, at tað er ógjørligt at gera ein málrættaðan munadyggan innsats at skipa økið, geva bestu tænastunar og seta neyðuga peningin og orkuna av.

Tað sýnist fyri mær sum tað verður handlað í blindum á rehabiliteringsøkinum.

Ongin samskipan millum málsøkini og sjúkrahúsini
Tað er eisini týðuligt, at høgra hond ikki veit, hvat vinstra ger - landsstýrisfólkini liva í hvør sínum kongadømi, tá umræður rehabiliteringsinnsatsin, men skulu stýra og menna sama vælferðarsamfelag og ofta somu brúkarar.

Ongin samskipan og onki samstarv er millum sjúkrahúsini.

Besta loysnin er ein depil
Hetta sera vitala økið sum rehabilitering (endurmenning og endurvenjing) må loysast nú við fokus á bestu loysnina - og ongantíð betur um breið politisk semja kundi verði um tað.

Hesi svarini og tilfarið frá landsstýrisfólkunum undirbyggir væl og virðiliga, hvussu illa rehabiliteringsøkið er skipað. Rehabilitering er vorðin ein politisk kastibløka og brúkarin er stóri taparin í hesum politiska spæli. 

Svarini undirbyggja eisini bara enn meira tørvin á einum depli í Føroyum, sum veruliga kann loysa uppgávuna at veita eina dygdargóða rehabilitering til allar føroyingar, sum hava tørv á endurmenning og endurvenjing.

Les svarini her:

Svar frá landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen

Svar frá landsstýrismanninum í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Johan Dahl
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo