Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um vantandi svar frá barnaverndartænastuni í Tórshavn uppá eina innlitsumbøn.

Umboðsmaðurin vísti á, at um barnaverndartænastan ikki megnaði at avgreiða innlitsumbøn klagarans innan teir 10 dagarnar, sum varð lovað honum, átti barnaverndartænastan at havt boðað klagaranum frá hesum og orsøkina til tess og upplýsa, nær hann so kundi vænta, at innlitsumbøn hansara varð avgreidd.

Umboðsmaðurin helt ikki, at skrivið frá barnaverndartænastuni til klagaran var nøktandi og leyk krøvini til eina grundgeving, tí tað var ógreitt, um innlit var latið í allar upplýsingar um klagaran, ella um nakrar upplýsingar vóru undantiknar og í so fall hví. Heldur ikki var tilskilað, hvørja lóg avgerðin var grundað á. 

Umboðsmaðurin gav barnaverndartænastuni í Tórshavn eina átalu fyri málsviðgerðina, og bað barnaverndartænastuna um at taka viðgerðina av innlitsumbøn klagarans uppaftur og lata seg frætta, hvat víðari hendi í málinum.

Álitið kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo