Talan er um 43 ára gomlu Evgeniya Chernyshova, sum undir øllum rættarmálinum var dulnevnd og tí kend sum Jane Doe 1.
Við The Hollywood Reporter sigur hon, at hon nú er troytt av at krógva seg og vil hava sítt gamla lív aftur.
- Eg eiti Evgeniya. Eg varð neyðtikin. Hetta er mín søga, sigur russiska modellin, sum hevði onkrar smáar leiklutir í fleiri filmum hjá Harvey Weinstein, sum í 2013 neyðtók hana á einum hotelkamari. Hon meldaði hann í 2017, men vildi vera dulnevnd, tí hon helt tað vera skomm og vildi verja børn síni.
- Men tað var ein vánalig avgerð, tí eg noyddist at fara ígjøgnum alt einsamøll og tað var alt annað enn lætt, sigur hon eisini.
Harvey Weinstein situr longu frammanundan í fongsli. Hann fekk í 2020 dóm uppá 23 ára fongsulsrevsing fyri neyðtøkur og kynsligan ágang. Nú hevur hann so fingið 16 ár omaná dómin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo