Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fakfeløgini í Fakfelagsráðnum: Skipanin við lønarískoytinum hevur verið ein sera góð skipan, og tað bleiv hon, tá ið ásett varð, at tað er sáttmálalønin á økinum, sum er avgerandi fyri lønina hjá persóninum í skipanini.

Soleiðis, sum skipanin hevur verið seinastu árini er, at tað er sáttmálalønin á avvarðandi øki, sum ein løntakari arbeiðir í, sum er avgerðandi fyri, hvør lønin er.

Ein lærari verður løntur eftir sáttmálanum hjá lærarafelagnum, ein sjúkrarøktarfrøðingur eftir sáttmálanum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, ein arbeiðari eftir sáttmálanum hjá arbeiðarafeløgunum, ein verkfrøðingur eftir sáttmálanum hjá akademikarafelagnum, ein maskinmeistari sambært sáttmálanum hjá maskinmeistarafelagnum o.s.fr..

Teir løntakarar, sum eru í skipanini við tillagaðum størvum, vera viðfarnir sum allir aðrir løntakarar, og sjúka ella brek , skal sum meginregla ikki gera, at viðkomandi verður verri fyri lønarliga enn starvsfelagarnir, og tey sum arbeiða eftir sama sáttmál.

Hetta verður nú broytt, og fer at raka ein stóran part av løntakarunum, sum gerast partur av skipanini við tillagaðum størvum í framtíðini. Eftir 1. januar 2021 verður lønarískoytið bara ein partur av sáttmálaásetingini, og jú størri mein ein persónur hevur, tess minni kann viðkomandi vænta at verða fult dekkaður av síni sáttmálaløn.

Les meira her

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo