Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fríggjadagin í farnu viku var mentanarnátt í Keypmannahavn, og samstundis varpaði Climate Planet ljós á Føroyar, grøna orku og veðurlagsavbjóðingar. Í hesum høpi liggja Føroyar miðskeiðis í ríka og grøna Norðuratlantshavi.

Tórshavnar kommuna var eisini við til tiltakið við trimum fólkum, Turið Horn, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini, umframt Óluva Vang og Marius Müller á umhvørvisdeild kommununnar.

- Vit fingu íblástur, hugskot og knýtt sambond, sum vit kunnu nýta í stremban okkara til frama fyri orku, náttúru og umhvørvi, sigur Turið Horn, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini.

Allan dagin vóru veðurlagsavbjóðingar á breddanum. Nomið varð eisini við ruskskiljing, fløskuinnsavnan, el-bilar og grøna orku umframt at filmur eisini varð sýndur um grønu leiðina hjá Tórshavnar kommunu.

- Tað er umráðandi at upplýsa virknar borgarar og eisini børnini, so vit broyta okkara vanar. Og á okkara ferð móti eini grønari kommunu er eisini umráðandi at hyggja úteftir og at fáa íblástur soleiðis, at vit kunnu flyta okkum fram á leið, sigur Marin Katrina Frýdal, sum var við til tiltakið sum limur í SEV-nevndini umboðandi Tórshavnar kommunu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo