Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Summi vegastrekki hava verið klassisk "krøv" frá nógvum føroyingum, men hava  kortini ongantíð verið realiserað.

Tey mest umrøddu og forvæntaðu vegastrekki, tá ið eg var ungur, vóru Sundsvegurin eftir Vatnaskørðum og  vegur um ella berghol gjøgnum Veðranes, so Oyri og Selatræ/Strendur fingu samband.

Oyri-Selatræar-vegurin var serliga hildin at hava ovurstóran æstetiskan týdning sum vakur turistvegur.

Serliga tveir politikarar vóru ovurhugaðir fyri Veðranes-projektinum. Tað vóru Petur Mohr Dam og  J. Fr. Øregaard.

Á fundum nevndi Dam Veðranes líka so ofta við konstruktivum vónríkum orðum, sum Cato umrøddi Karthago við destruktivum háðandi orðum í tí forna Rom. (Praeterea censeo Karthago esse delendam).

Men hvørki Veðranes ella Vatnaskørð fingu nakrar pengaveitingar frá tí almenna.

Kortini høvdu báðir hesir vegir havt túsind ferðir meira æstetiskan, praktiskan og turistvinarligan týdning enn tað famøsa Fámjinsholið.

Tað er avgjørt ein trafikalur fongur, hvis Sundalagsfólkið við Streymin fær beinleiðis samband við Strendur.

Ein slík investering er til at yvirskoða økonomiskt og kann gerast av Landsverki so við og við; ikki minst nú annar arbeiðsaktivitetur tykist at minka.

Gerið kongstankan hjá Petur Mohr Dam til veruleika!

Og gloymið heldur ikki tann beskedna manglandi stubban eftir Vatnaskørðum.

Virgar T. Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo