Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Veðurstovan: Næsta vika er dymbildagavika (í ár er hon 14. vikan í árinum) – á donskum nevnd stillavika. Veðrið í byrjanini av vikuni verður tó ikki so stilt. Eitt brúgvalag við regni fer at koma beint ímóti Føroyum og raka okkum av útsynningi mánadagin.

Eitt lágtrýst yvir Norðuratlantshav gongur ímóti Føroyum, og við tí kemur regn og vindur. Tíbetur fer lágtrýstið víðari í landnyrðing týsdagin, og tað tekur regnið við sær.

##med2##
Lágtrýstið og brúgvaløgini við Føroyar mánadagin seinnapartin og mánakvøldið, 3. apríl. Skipanin fer víðari eystureftir týsnáttina. ECMWF 29032023 00z, regn og lufttrýst við havflatan

Hóast forsagnirnar siga, at vit eftir tað fara at hava eitt tíðarskeið, har sum tey máttmiklu og djúpu lágtrýstini ikki fara at koma nær Føroyum, so fara vit allíkavæl at hava løtur við regni ella ælaveðri í døgunum fram til skírisdag.

Tað lýggja veðrið heldur tó fram. Hitalagið fer at liggja millum 5 og 9 stig um dagin. Onkra løtu við sól kunnu vit eisini vænta, tó at loftið fyri ein stóran part fer at vera samdrigið.

Langafríggjadag fer eitt hátrýst at stinga seg norðureftir og leggja seg yvir Føroyar. Tá verður veðrið støðugt og stilt, og vit kunnu rokna við sól bæði fríggjadagin og leygardagin.

Páskadag og 2. páskadag kann veðrið fara at verða nakað heilt annað.

Eitt stórt lágtrýstøki yvir Norðuratlantshav fer at ganga í landnyrðing ímóti Íslandi og fer at troka hátrýstið yvir Føroyar í landnyrðing og burtur frá Føroyum.

Tá fara Føroyar at liggja á markinum millum há- og lágtrýstini, og tað ber í løtuni ikki til at siga, hvørt av hesum fer at vinna á hinum. Kemur lágtrýstið nærri, fara vit at fáa vind og regn, men er hátrýstið nóg sterkt at halda lágtrýstinum vekk, fáa vit gott og friðarligt veður á páskum.

Gevið gætur, at forsagnirnar hava verið skiftandi í seinastuni – og tað er ikki so óvanligt um várið – sum nógv kann enn broytast til ta tíð.

##med3##
Kelda: www.dmi.dk/vejrarkiv/normaler-faroerne/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo