Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Forsíðumynd: faroeislandslive.com. Stykkið 1. juni 2023 kl 14.45

Forsíðumynd: faroeislandslive.com. Stykkið 1. juni 2023 kl 14.45

Forsíðumynd: faroeislandslive.com. Stykkið 1. juni 2023 kl 14.45

Veðurstovan: Veðrið fyrsta summardag í ár, 1. juni, var gott við bláari luft og sólskini. Í hesum døgum liggja vit norðan fyri miðjuna á einum stórum hátrýstøki. Miðjan er sunnan fyri Ísland.

Veðrið í Føroyum er tí støðugt við skiftandi skýmongd, yvirhøvur er turt og lítið av vindi.

Áðrenn alt hetta var veðrið í mai merkt av brúgvaløgum, sum fóru framvið við regni og vindi. Serliga í seinnu hálvu av mai vóru løtur við fitt av vindi.

##med2##
Miðalvindur og hvirlur í Havn. Ættin er vestan alt tíðarskeiðið. Leggið til merkis løtuna týskvøldið 23. mai til hósnáttina 25. mai og aftur leygardagin 27. mai. Tá vóru løtur við miðalvindferð upp í skrið, 15 til 18 m/s og í hvirlunum var vindferðin uppi í hvøssum stormi, 25 til 28 m/s.

Í seinastu vikuni í mai menti eitt hátrýst seg yvir Norðuratlantshav og breiddi seg í landnyrðing ímóti Føroyum. Fyrradagin, t.e. mikudagin 30. mai legði tað seg væl til rættis sunnan fyri Ísland.

Tað sær út, at hátrýstið fer at vera liggjandi í nógvar dagar afturat. Í 5-daga forsøgnini lova vit tí løtur við bæði skýggjaðum lofti og sól, yvirhøvur turt og lítil vindur av vesturættum allar 5 dagarnar. Veðrið er støðugt og stabilt.

Verður summarveðrið liggjandi? Sum flest okkara vita, so eru veðurforsagnir skiftandi og óvissar, tá ið vit fara langt fram í tíðina. Tó kunnu vit siga, at hátrýstið fer at liggja væl inn í næstu viku, men tað fer at vikna eitt sindur og ganga eitt sindur eystureftir, tí lágtrýst vestaneftir fara at trýsta á.

Lágtrýstini koma av leiðini í Grønlandsfjørðinum, sum er millum Grønland og Ísland. Tey fara at taka eina leið norður um Føroyar, og brúgvaløgini higani fara framvið norðanfyri ella skamt vestanfyri, tá ið komið er út í næstu viku.

Brúgvaløgini kunnu vera viknað, og tí er torført at siga, hvussu nógv regn vit kunnu vænta, ella neyvt nær tey fara framvið. Sum viðurskiftini í lufthavinum eru í dag, er okkara besta boð, at tað ikki verður fyrr enn seint í næstu viku, kanska ikki fyrr enn leygardagin 10. juni, áðrenn brúgvaløgini røkka til okkara norðaneftir.

Kanska eru tey vikna so mikið, at vit bert fáa løtur við regni?

##med3##
Omanfyri: ECMWF-forsøgn frá 310523 kl.12 UTC. Lufttrýst og avfall. Fyrsta brúgvalagið í vikuni er við Føroyar hósdagin 8. juni
##med4##
Omanfyri: ECMWF-forsøgn frá 010623 kl.00 UTC. Lufttrýst og avfall. Fyrsta brúgvalagið í vikuni er við Føroyar leygardagin 10. juni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo