Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaðurin: Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju. Trý frystilínuskip eru við Føroyar, eitt er á Íslandsrygginum, trý við Ísland og eitt er við  Eysturgrønland. Skipini fáa ein blanding av toski, longu og brosmu. Tvey liggja við bryggju.

Streymurin verður harður alla vikuna. Veðrið verður ivasamt fyrst í vikuni, men heldur frægari seinni í vikuni. So vit væntað ikki nógvan útróður í vikuni, tó møguliga nakað móti endanum av vikuni. Bátarnar fáa ein blanding av hýsu og toski.

Ein ísfiskatrolari fiskar blálongu og kongafisk. Brúkiligt fiskarí. Hann landar helst síðst í vikuni. So er ein ísfiskatrolari farin í bretskan sjógv at fiska svartkalva. Hann landar neyvan í vikuni. Ein frystitrolari er við Eysturgrønland. Hann fiskar svartkalva.

Bara tvey pør eru úti, men væntandi fer okkurt parið út í vikuskiftinum. Tey sum eru úti fiska upsa og annan hvítfisk. Ikki tað stóra fiskaríið. Tvey pør fiska gulllaks.  

Bara ein trolbátur er úti. Hann er á landleiðini og fiskar mest av tungu, reyðsprøku og havtasku. Hinir liggja við bryggju.

Tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Brúkiligt fiskarí eftir svartkalva, men smáligt eftir havtasku.  Øll landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo