40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Windy d.11.apr kl 09: Bert smáskýggja yvir Føroyum. Norðanfyri sæst regnøkið, ið fór fram við okkum mánadagin, og í teimum tøttu skíggjunum móti útsynningi liggur lágtrýsti, ið er á veg móti Skotlandi, og sum fer at geva okkum mikudagsveðrið

Veðurstovan:  Meðan páskavikan byrjaði og endaði, við at frontar við regnið fóru fram við okkum, so var páskavikan merkt av veikari veðurskipanum sum góvu okkum tíðarbil við sól, men tó eisini við regni og skýggjum.

Hvussu fer veðrið so at hátta seg hesa fyrstu vikuna eftir páskir? Sum teg flestu løgdu merki til, so fóru vit hendan týsmorgun út í morgunferðsluna í sólskini, við lítið av vindi og við hita ið longu var komnin upp á 7-8 stig á fleiri støðum. Fronturin ið gav samregn  2. Páskadag er nú farin framvið, og vit liggja á baksíðuni í einum mildum luftráki av útsynningi.

Friðurin fer tó ikki at halda á, tí eitt lágtrýst flytur seg í nátt inn yvir Skotland av útsynningi, og mikudagin fara frontar við regni at koma okkara veg.

Av tí at vit liggja á norðursíðuni av lágtrýstinum, so sleppa vit undan tí sterkara vindinum sum oftani liggur á suðursíðuni á lágtrýstunum. Hesin vindurin rakar hesaferð Bretsku oyggjarnar, har vindmegin økist til strúkur í vindi av vestri við sterkum hvirlum.

Teir komandi dagarnar fer veðrið í Føroyum at verða skiftandi, sum tað plagar, og verður merkt av frontum við regni sum fara fram við okkum av útnyrðingi, eftir hesar klárnar og er turt við tíðarskeiðum við sól.

Serliga hósdagur og leygardagur síggja út til at gerast teir dagarnir har størst møguleiki er fyri sól, um forsagnirnar annars fara at halda.

5 daga forsøgnin er at finna á her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo