Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin verður ættin beinur norðan, bert eitt gul, hitin um 4 stig og turt og møguliga eisini onkrir sólglottar.

Týsdagin trilkar hann sum frálíður vindin av suðri og landsynningi, regn ella ælaveður og sum frálíður lýggjari, upp í eini 8 stig.

Mikudagin frískur vindur av útsynningi, turt og møguliga sólglottar, hitin um 8 stig.

Hósdagin millum sunnan og útsynning, stívt andøvsgul, ælaveður og hitin upp í 9 stig.

Fríggjadagin upp í hvassan vind ella skrið av vestri, sólglottar men kanska eisini okkurt æli og hitin 7 stig.

Næsta vikuskiftið verður ættin mest millum vestan og útsynning, tað verður nógv regn og hitin um 8-9 stig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo