Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í vikuni sum kemur verður nógvur vindur og kalt.

Onkran dagin verður tó stilt og vakurt veður.

Í morgin verður rættuliga lýtt eftir árstíðini, um eini 8 stig, strúkur í vindi av vestri og okkurt æli.

Týsdagin verður mestsum stilli og nakað kaldari, niður í fýra stig.

Mikudagin brestur hann á við nógvum vind, kulda og avfalli. Upp í skrið av landnyrðing, hitin 2-4 stig og regn ella vátaslettingur mestsum allan dagin.

Hósdagin verður hitin um frostmarkið, strúkur í vindi norðan men fríggjadagin kemur hann av landsynningi og suðri og tað verður lýggjari. Sum dagurin líður veksur hann vindin upp í skrið ella storm og seinnapartin samregn.

Bæði leygardagin og sunnudagin skrið ella stormur av útsynningi og vestri, tað regnar mestsum alla tíðina og hitin 4-7 stig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo