Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Dagurin í morgin verður ikki so hugaligur, vit noyðast at brynja okkum til skrið ella storm av útnyrðingi og avfall allan dagin. Hitin fer at liggja ímillum fýra stig og frostmarkið.

Týsdagin minkar hann vindin niður í gul ímillum landnyrðing og útnyrðing, kalt, niður í minus trý stig, men onki avfall.

Heldur ikki mikudagin verður nakað avfall, men hann veksur vindin sum frálíður uppí hvassan vind ella skrið av eystri, hitin fyrst um frostmarkið, síðani upp í eini fýra stig.

Hósdagin verður nógv regn ellan dagin, fyrst uppí hvassan vind ella skrið av eystri og landnyrðingi, um middagsleitið logn eina løtu men so støkkur hann vesturum og tað verður aftur uppí skrið, hesaferð av vestri, hitin alt samdøgrið um 5 stig.

Fríggjadagin lot til frískan vind mest vestaneftir, turt fyri tað mesta og hitin um trý stig.

Næsta vikuskifti verður umleypandi veður við nakað av avfalli men hampuligum rakettveðri um midnáttarleitið leygarkvøldið 31. desembur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo