Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til § 52 a fyrispurning nr. 52-118/2020 frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingsmanni.

Spurningar um Veðurstovu Føroya:

1. Nær er endalig avgerð tikin um at staðseta Veðurstovu Føroya í Havn?

2. Er ætlanin at leggja Veðurstovu Føroya aðrastaðni, antin í Klaksvík ella á Flogvøllinum?

Svar:

Til nr. 1.
Endalig støða er ikki tikin um at staðseta Veðurstovu Føroya í Havn.

Í sambandi við staðseting, so loyvi eg mær at vísa til tíðindaskriv, ið er sent út í sambandi við veðurtænastuna.

Í nevnda skrivi stendur millum annað, at Veðurstøðin við Hoyvíksvegin verður í byrjanini høvuðsdeild hjá Veðurstovu Føroya.

Í sama skrivi er ásett, at í sambandi við tilbúgving verður kannað um møguleikan at gera vaktararbeiðspláss á viðkomandi støðum, so veðurfrøðingur í ávísum føri kann arbeiða har.

Til nr. 2.
Ætlanin er at staðseta Veðurstovu Føroya á flogvøllinum í Vágum.

Eg skal í hesum sambandi leggja áherðslu á, at ætlanin er ikki, at flogvøllurin verður einasta staðið, ið nýtt verður í sambandi við veðurtænastu.

Í hesum sambandi skal eg nevna, at vaktararbeiðspláss og líknandi kunnu staðsetast á øðrum plássum kring landið, tað veri seg í verandi hølum hjá Veðurstøðini í Tórshavn eins og í øðrum økjum kring landið.

Avgerð um eina spjadda staðseting skal sjálvandi grundast á tørv og onnur viðurskifti, ið serkunnleikin vísir á.

Serkunnleikin í hesum føri eru veðurfrøðingar ella onnur, ið hava arbeitt við verkætlanini og/ella verða knýtt at tænastuni í framtíðini.

Jacob Vestergaard
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo