Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tórshavnar kommuna: Sunnudagin 4. juni eru fleiri vegir stongdir millum klokkan 12.30 og 19 í sambandi við Tórshavn Marathon. Í yvirlitinum og á kortunum niðanfyri sært tú, nær vegirnir eru stongdir.

Gev gætur, at frá klokkan 13-18 eru eisini Eysturoyartunnilin og Kollafjarðartunnilin stongdir í sambandi við renningina. Bilar skulu í staðin koyra eftir Oyggjarvegnum.

Stongdir vegir 4. juni 2023

Kl. 12.30-19.30:
- Niels Finsens gøta stongd frá Sverrisgøtu oman á Vaglið
- Mylnugøta stongd
- Tinghúsvegur stongdur frá Bøkjarabrekku oman til Áarvegin
- Bringnsagøta stongd frá Húsabrúgv oman til Áarvegin
- Tórsgøta stongd frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn
- Áarvegur stongdur
- Kopargøta stongd
- Havnargøta stongd
- Yviri við Strond stongt
- Hoyviksvegur stongdur frá Óðinshædd til Eystara Ringveg
- Eystari Ringvegur stongdur til Hvítanesvegin
- Hvítanesvegurin stongdur til rundkoyringina við Vegin Langa

Kl. 12.45 til 14.30 eru hesir vegir stongdir:
- Eystari Ringvegur stongdur frá Hvítanesvegnum til rundkoyringina á Hálsi
- R.C. Effersøes gøta og Bøkjarabrekka bara einvegis ferðsla
- Jónas Broncks gøta stongd
- Bøkjarabrekka stongd frá Steinatúni niðan til R.C. Effersøes gøtu

Kl. 12.30 til 18.00 eru hesir vegir stongdir:
- Landsvegurin stongdur frá rundkoyringini við Vegin Langa/Hvítanes til Eysturoyartunnilin

Kl. 13.00 til 19.00 eru hesir vegir stongdir:
- Landsvegurin stongdur frá rundkoyringini við Eysturoyartunnilin til Kaldbaksbotn

Kl. 13 til 18 eru hesir vegir stongdir:
- Eysturoyartunnilin stongdur
- Landsvegurin stongdur frá Kaldbaksbotni til rundkoyringina Inni í Firði í Kollafirði

Kl. 14.00 til 17.00 eru hesir vegir stongdir:
- Kaldbaksvegurin stongdur frá Kaldbaksbotni til Kaldbaks

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo