Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Í sambandi við flaggdagshaldið týsdagin 25. apríl eru fleiri vegir stongdir í miðbýnum frá klokkan 14 til 17. Broytingar eru eisini á leið 2, meðan flaggdagsrenningin fer fram Yviri við Strond.

Vegirnir verða stongdir hesar tíðir:

Frá kl. 12: Parkeringsøkið frammanfyri Ráðhúsið steingir

Frá kl. 14: Gongugøtan, frá Sverrisgøtu oman á Vaglið, og Áarvegurin, frá Vaglinum til Havnagøtu, verða stongd

Kl. 15.30 til 17.30: Áarvegur, frá Vaglinum til Havnagøtu og rundkoyringina úti við Skansan, og vegurin Yviri við Strond, frá rundkoyringini til Hoyvíksvegin, verða stongd

Kl. 14-17: Tórsgøta er stongd í sambandi við framsýningina hjá Føroya Ellisakførum

Tú sært yvirlit yvir ferðsluavmarkingarnar á korti her:

Ferðsluavmarkingar 25. apríl 2023 

Broyting á leið 2, meðan flaggdagsrenning er

Meðan flaggdagsrenningin fer fram Yviri við Strond, koyrir leið 2 øðrvísi.

Frá kl. 16 til 17.30 koyrir leiðin eftir Stoffalág, Gripsvegnum, R. C. Effersøesgøtu, Steinatúni og víðari eftir ferðaætlanini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo