Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tað varð tann 27. mars 1980, at Erik Andersen tók stig til at stovna nýtt skjótifelag í Føroyum, felagið fekk navnið Veiðifelagið Byrsumúli.

Í dag skriva vit 27. mars 2020, so tað vil siga, at felagið í dag hevur 40 ára føðingardag.

Felagið heldur til á Sandvíkum í Tórshavn, har skjótibreytin eisini liggur. Framtíðin fyri skjótibreytina, er spennandi, tí Tórshavnar Kommuna hevur fyri stuttum, sett av pening til at uppstiga og nútíðargera breytina, so hon m.a. lýkur altjóða krøv.

186 skrásettir limir eru í felagnum, harav tveir eru heiðurslimir. Seinasta tíðina, hevur tilgongdin av nýggjum limum verðið stór, og hevur felagið tískil sett í verk eina skipan, til móttøku av nýggjum limum. Yngsti limur í felagnum er 12 ár, og elsti limur er 88 ár.

Uttanfyri Føroyar hava skjúttarnir í felagnum eisini staðið seg væl, m.a. eigur felagið fyrsta skjúttan, sum vann heiðursmerki í skjóting á oyggjaleikum.

Eftir ætlan, skuldi føðingardagsveitsla og føðingardagskapping verðið avgreidd í morgin, leygardagin, men orsaka av Korona smittuni eru bæði tiltøk avlýst

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo