Spard króna er vunnin króna
- Gírigur McKvagg

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Í VEKS hava vit í eina tíð arbeitt við at skipa leiðsluna av nýggjum. Vit hava sett nýggjan stjóra, nýggjar deildarleiðarar, og eru í ferð við at byggja upp eitt terapeutiskt toymi, hvørs endamál er at fremja venjing og endurvenjing á einum fakliga væl skipaðum grundarlagi.

- Alt fyri at flyta okkum móti málunum í virkisætlanini hjá VEKS, sum miðar eftir, at eldri borgarin kann búgva heima alt lívið, sigur Páll á Reynatúgvu, stjóri.

- Í sambandi við natúrliga frágongd av eindarleiðara, verður leiðslan nú umskipað og smalkað. Eftirverandi eindarleiðarastarv verður umskipað, so leiðsluuppgávurnar verða lagdar undir eitt. Harvið verður leiðslan einstreingjað, við stjóra, varastjóra og fýra deildarleiðarum. Einum deildarleiðara fyri hvørt røktarheim og tilhoyrandi heimatænastuøki, umframt terapeutiska leiðaran, sum er deildarleiðari fyri terapeutiska virksemið í VEKS.

- Veks fer í næstum at søkja eftir deildarleiðara til Grønanes í Vestmanna.

- Nýggi leiðslubygnaðurin er ein liður í royndini at samansjóða VEKS til eitt betri og samvirkandi heimatænastuøki, hjá teimum 4 kommununum í samstarvinum.

- Við umskipanini smalkar VEKS fyrisitingina nakað, sigur Páll á Reynatúgvu, stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo