Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Føroyingar fáa høvi til at fylgja við og atkvøða fyri sínum yndisfilmi, tá Geytin 2022 verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum.

Geytin 2022
Leygarkvøldið 22. oktober verða filmsvirðislønirnar Geytin og Áskoðaravirðislønin handaðar í Norðurlandahúsinum. Kringvarp Føroya fer at senda frá tiltakinum, og filmarnir, sum eru við í kappingini, verða eisini vístir í sjónvarpinum.

Tiltakið verður fyriskipað av Norðurlandahúsinum og Kringvarpi Føroya í samstarvi við SONA.

Atkvøðugreiðslan um áskoðaravirðislønina verður umvegis SONA-appina, so øll, eisini sjónvarpshyggjararnir, kunnu atkvøða fyri sínum yndisfilmi.

6 filmar eru valdir av dómsnevndini at luttaka í Geytanum 2022.

Teir eru: 
Sálarkvøl – Eir í Ólavstovu
Ver Her – Maria Winther Olsen
Tokskinnarin – Terji Mohr
Typiskt – Sølvi Næs Hoydal
Steinbíturin – Klippfisk (Dina Fríða Poulsen)
Nonstop – Sølvi Næs Hoydal

Hvør einstakur limur í dómsnevndini er umboðaður av einum filmsyrkisligum felagi ella stovni.

Í dómsnevndini sita:
Rannvá Jónsdóttir (Filmsfelagið)
Hans Petur Hansen (Kringvarp Føroya)
Sakaris Stóra (Føroysk Filmsfólk)
Tina Wagner (Filmshúsið)
Pætur M. Dahl (Klippfisk)
Altjóða limur í dómsnevndini: Valdimar Jóhannson  (Filmsleikstjóri)

Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens
Hósdagin 20. oktober kl. 17 verða Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens handaðar, og bæði útvarpið og sjónvarpið hjá Kringvarpinum senda frá tiltakinum, sum verður hildið í Müllers Pakkhúsi í Havn.

Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens er bókmentavirðisløn, ið Tórshavnar Býráð á hvørjum ári letur trimum fólkum fyri fagurbókmentaligt verk, yrkisbókmentaligt verk og fyri annað mentanaravrik. Í somu syftu verður Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs latin, sum Tórshavnar býráð letur fyri barnabøkur.

Ein fimmmannanevnd ger av, hvørji fáa virðisløn. Tórshavnar býráð velur tríggjar limir í nevndina, Rithøvundafelag Føroya ein og Fróðskaparsetur Føroya ein. Tað er treyt fyri verkini, at tey eru útgivin og eru skrivað á føroyskum máli.

Tónleikaframførslur verða eisini til tiltakið í Müllers Pakkhúsi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo