Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Eitt rák, ið hevur tikið seg upp seinastu árini í Danmark, eru teir mongu frískúlarnir, sum settir eru á stovn. Eitt rák, sum av álvara hevur fingið góðan byr í Danmark, og sum vit eisini kenna í ein ávísan mun í Føroyum.

Anders Bondo Christensen, fyrrverandi formaðurin í danska lærarafelagnum, leggur dent á, at hann hevur stóra virðing fyri tankanum um frískúlar og hevur einki ímóti, at hesir virka sum eitt frítt, frælst og frískligt alternativ til verandi fólkaskúla.

Men vandi er tó á ferð, og álvarslig sjúkutekin eru at hóma, heldur hann, um enn tað ikki í sær sjálvum er ein trupulleiki, at privatu frískúlarnir hava framgongd.

- Trupulleikin er, at frískúlarnir vinna fram, tí man vil ikki fólkaskúlan og tað grundarlag, ið fólkaskúlin byggir á. Tað er ein nógv størri trupulleiki og vandi fyri okkara fólkaræði, um vit halda skúla eftir sannføringum, sum eingin bjóðar av og setir spurnartekn við ella sigur ímóti, sigur Anders Bondo Christensen.

Tølini siga, at næstan fjórði hvør skúlanæmingur í Danmark gongur nú í einum privatum frískúla. Heldur gongdin fram, kann tað gerast ein stór, samfelagslig avbjóðing, heldur Anders Bondo Christensen.

- Fyrr ella seinni er komið at einum marki. Heldur undirtøkan fyri fólkaskúlanum á at falla, og koppar javnvágin, kann tað máa støði undan fólkaskúlanum, tí tá verður trupult at halda fast og grundgeva fyri, hví fólkaskúlin er so týdningarmikil stovnur í okkara samfelag og fólkaræði, sigur hann.

Hann vísir á, at framgongdin hjá frískúlunum ikki bara vekir gleði hjá hinum Lærarafelagnum í Danmark – felagnum fyri lærarar í frískúlunum. Tvørturímóti óttast felagið, at frískúlarnir ikki longur verða sæddir fyri tað, teir eru, men sum ein beinleiðis fylking og mótstøðurørsla móti fólkaskúlanum. Men tí hevur Lærarafelagið fyri frískúlarnar ongan áhuga í og óttast í øðrum lagi fyri, at frískúlarnir vaksa seg so stórar og fáa so stórt vald í donskum skúlaskapi, at politikarar fara at blanda seg upp í teirra viðurskifti við strangari eftirliti og við lóg regulera virksemið.

Anders Bondo Christensen vísir á, at tað eru ikki bara næmingar og foreldur teirra, sum velja frískúlan fram um fólkaskúlan. Eisini lærarar flýggja í stórum tali úr danska fólkaskúlanum, og tað er tekin um, at okkurt er spinnandi galið, heldur hann.

Orsøkirnar kunnu vera fleiri, men hann ivast ikki í, at umstrídda skúlanýskipanin, sum varð samtykt á Fólkatingi í 2013 og fór at virka árið eftir, er ein partur av frágreiðingini.

Les alla greinina í Skúlablað nr 4, 2022

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo