Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Mynd: Havnar Bóltfelag

Mynd: Havnar Bóltfelag

Mynd: Havnar Bóltfelag

Liðskiparin á landsliðnum síðstu dystirnar, Viljormur Davidsen, hevur gjørt sáttmála við HB.

Viljormur hevur síðsta árið spælt í bestu svensku deildini við Helsingborgs IF og annars nógv fyri Vejle, millum annað í bestu donsku deildini.

- Vit skulu vinna so nógvar dystir sum gjørligt og fara eftir at vinna FM og vera tað besta liðið í landinum. Eg vil fegin koma heim at vinna okkurt og spæla væl, so eg kann halda fram á landsliðnum, sigur Viljormur Davidsen við KVF.

31-ára gamli Viljormur Davidsen hevur gjørt sáttmála við HB fyri komandi trý árini. 

Viljormur hevur spælt í útlandinum síðani 2012, og í tíðarskeiðnum 2013-22 var hann í Vejle. Hann stendur skrásettur fyri tríggjar dystir í fremstu deildini í Føroyum. Teir vóru allir fyri NSÍ í 2012.

Frammanundan hesum flutti hann sum tannáringur til Odense, har hann spældi ungdómsfótbólt við OB, áðrenn hann í 2010 varð leigaður út til FC Fyn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo