Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 53 í Tingskipanini - til atkvøðugreiðslu í Tinginum í dag 21. apríl.
Spyrjari: Edva Jacobsen, løgtingskvinna
Svarari: Sólvit Emilsson Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum
Evni: Umlætting og viðlíkahald av bygningum hjá Almannaverkinum

Spurningar:

1. Er ætlanin at skerja játtanina í ár til umlætting?

    - um ja, hvussu nógv fólk verða rakt av hesum sparingum?

2. Hvat er tørvurin á eykajáttan í ár fyri framhaldandi at kunna veita umlætting?

3. Er ætlanin at minka játtanina til viðlíkahald av bygningum hjá Almannaverkinum?

    - um ja, hvussu nógv?

Viðmerkingar:
Landsstýrismaðurin í almannamálum og Almannaverkið hava nýliga boðað frá alment, at ætlanin er at skerja umlættingartænasturnar til okkara mest sárbaru borgarar, hetta vegna sparingar.

Hendan samgongan hevur hækkað játtanina til almannamál frá 2019-2023 við 409 mió. kr., íroknað játtanarkarmarnar fyri 2023.

Undanfarna samgonga hækkaði játtanina frá 2015-2019 við 185 mió. kr. Sostatt eru játtaðar 224 mió. kr. meira til almannamál í okkara tíðarskeiði.

Viðvíkjandi viðlíkahaldi av bygningum hjá Almannaverkinum, so var eitt tað fyrsta, henda samgongan gjørdi, at seta 33 mió. kr. av til hetta endamálið.

Tað vendir sosialt skeivt, at landsstýrismaðurin í almannamálum og Almannaverkið við ætlaðum sparingum raka okkara mest sárbaru í samfelagnum og ikki minst tey avvarðandi, heldur enn at endurskoða og tillaga sjálvan bygnaðin. Eisini er tað neyðugt, at umstøðurnar at búleikast hjá hesum borgarunum eru nøktandi og skapa trivnað. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 7. apríl 2022
Edva Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo