Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-146/2021 frá Steffan Klein Poulsen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um radiosignal í Viðareiðistunlinum

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvat kostar tað at seta radiosendarar upp í Viðareiðistunlinum?

2. Hvussu verður hetta arbeiðið raðfest av Landsverki?

3. Hevur landsstýrismaðurin nakrar ætlanir um at fáa radiosendarar upp í Viðareiðistunlinum, soleiðis at tunnilin verður nútíðarhóskandi?

Svar til spurning 1
Landsverk metir, at tað kostar umleið 750 tús. kr. at seta radiosendarar upp, soleiðis at útvarpsrásir kunnu hoyrast í Viðareiðistunlinum. Tað ger tað eisini møguligt hjá løgreglu og tilbúgvingareindum at samskifta inni í tunlinum í samband við møgulig óhapp og annað.

Svar til spurning 2
Landsverk mælir til at onnur arbeiði verða raðfest fremri. Tað er eingin ventilatiónsskipan í Viðareiðistunlinum, sum Landsverk metir hevur størri týdning fyri trygdina í tunlinum. Ein leyslig meting er, at ein nýggj ventilatiónsskipan kostar 5,0 mió. kr.

Svar til spurning 3
Landsverk varðar av 19 tunlum. Harumframt verða 3 tunlar gjørdir nú, og 1 tunil fer í gongd í næstum.

Av verandi tunlum hava 6 tunlar radiosendara og 6 hava ventilatiónsskipan. Tað er ikki nøkur ætlan at seta radiosendarar upp í Viðareiðistunlinum beint nú, men verður málið umrøtt við Landsverk.

Í samferðsluætlanini fyri 2018-2030 verður sum heild mælt til, at fleiri av tunlum landsins verða nútíðargjørdir, og at játtanin hækkar til endamálið.

Tinganes, 28. mars 2022
Uni Rasmussen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo