FIFA-forsetin, Gianni Infantino, elvdi hósdagin til øsing, tá hann var í reyðum keppi og varð avmyndaður smílandi á einum fundi í Washington D.C.
Og tað fær fylgjur.
- Forsetin í altjóða olympisku nevndini (IOC), Kirsty Coventry, sigur, at felagsskapurin fer at kanna, um IOC-limurin, Gianni Infantino, breyt treytirnar í sáttmálanum, tá hann luttók á fyrsta fundinum hjá The Board of Peace, sum varð sett á stovn av amerikanska forsetanum, Donald Trump, skrivar kendi miðilin The Athletic sambært norska Dagbladet.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



