Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er nú kunngjørt at ein avtala er gjørd millum landsstýrismannin í Fíggjarmálum, sum eisini umsitur Samferðslumál, og Runavíkar Kommunu, hvussu ferðslan skal skipast til og frá tunnilsmunnanum í Rókini, eftir at Eysturoyartunnlin letur upp fyri almennari ferðslu. Loys er funnin á málinum, verður sagt í fjølmiðlunum.

Vónandi er talan um eina skilagóða loysn, sum eisini tekur hædd fyri stóru ferðslu trupulleikunum, sum bara koma at økjast tá Eysturoyartunnligin letur upp. Í hesum sambandi verður eisini hugsa um ferðsluna miðskeiðis í Saltangará, á Glyvrum, Lamba/Lambareiði og í Søldarfirði.

• GLYVRAR •
• SALTANGARÁ •
• SØLDARFJØRÐUR •
• LAMBA/LAMBAREIÐI •

Í Søldarfirði er ynski um t.d. tunnil undir vegnum, Lamba/Lambareiði t.d. rundkoyring, á Glyvrum og Saltangará ein loysn sum, sambært myndirnar, skal gerða tað lættari at koma inn og frá høvuðsvegnum.

Nú tá avtala tykist at verða gjørd millum ”tveir” almennar myndugleikar, sum hvør á sínum øki, hava ábyrgd av, og varða av ferðsluni og vegakervinum, má roknast við, at avtalan eisini umfatar hesar farleiðirnar.

Almenningurin hevur enn ikki sæð skriftligu avtaluna millum partarnir, og tað er sjálvandi spell, men vónandi verður hon kunngjørd alment, so at møguleikar verða hjá borgarunum í Runavíkar Kommunu at kunna seg um innihaldið.

Lasse Klein

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo