Sjúrður Skaale á Facebook: Í dag hevði ytsti vinstrivongurin á fólkatingi kallað til samráð, tí tey vilja hava Watson leyslatnan av politiskum grundum.
Eg hevði orðið fleiri ferðir og gjørdi m.a. greitt, at øll argumentini fyri politiskari leyslating byggja á vantandi vitan og ósannindi.
Og eg mælti staðiliga til, at løgmálaráðharrin heldur seg til lógina, og ikki máar støðið undan danska rættarstatinum við at leyslata ein mann av politiskum grundum. Hann lovaði, at halda seg til lógina. Sigur hon, at hann skal útflýggjast, verður tað tað, sum hendir. Og øvut, sjálvandi.
Í samráðnum kom fram, at tað var eftir fráboðan úr Føroyum, at Watson var handtikin í Grønlandi. Eg segði eisini nøkur orð um, hví tað mundi vera.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo