Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Fríggjadagin 29. apríl kl 15 verður verkætlanarkapping um sniðgeving og heildarráðgeving av Røktarheimi á Stórubrekku avdúkað í Múllers Pakkhúsi. Vinnandi ráðgevaratoymið verður avdúkað.

Hesi fýra ráðgevaratoymini hava verið í verkætlanarkappingini um sniðgeving og heildarráðgeving av Røktarheimi á Stórubrekku: SNS/LBF/SMJ, Henning Larsen NA, EYA og MAP.

Skráin er soleiðis, at latið verður upp kl 14.45 við vælkomsttónleiki, kl 15.10 bjóðar Heðin Mortensen, borgarstjóri, vælkomin og aftaná avdúkar Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í dómsnevndini, vinnararnar.

Kl 15.20 fer vinnandi ráðgevaratoymið at greiða stutt frá uppskotinum. Tá verður eisini møguleiki hjá fjølmiðlum og almenninginum at síggja prosjektini.

Kommunan bjóðar lættan mat og drekka, kaffi og okkurt søtt omaná.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo