

Fólk sum verða koyrd á sjúkrahús í Bretlandi við akuttum sjúkum sum tildømis hjartatilburði verða noydd at bíða í fleiri tímar áðrenn tey fáa hjálp. Av somu orsøk doyggja ímillum 300 og 500 fólk hvørja viku, sum avleiðing av verkfallinum sum sjúkrasystrar og ambulansuførarar eru farin í.
Tað sigur Adrian Boyle sum er formaður fyri Royal College of Emergency Medicine (RCEM), við Times Radio.
Tey sum eru í verkfalli vilja hava meira í løn, og tey ætla at halda fram at streyka. Tíverri er hetta helst bara byrjanin, tí fleiri aðrir starvsbólkar í bretska heilsuverkinum hava boðað frá, at tey ætla sær í verkfall.
Eisini onnur á bretska arbeiðsmarknaðinum hava ávarað um, at tey ætla í verkfall, eitt nú tey sum koyra tokini.
Men forsætisráðharrin, Rishi Sunak, fer at royna at forða øllum verkføllum við lóg, sum skal tryggja eina minstuviðgerð og eisini forða fyri, at ávísar tænastu verða raktar av verkfalli. Men Labour er ímóti, og tað fer helst at taka langa tíð at fáa eina møguliga lóg ígjøgnum politisku skipanina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo